Popp List 6 er nú útkomin

Nýggjur og gamal tónleikur á fløguni Popp List 6 er nú útkomin. Líka sum við teimum fyrru Popp List útgávunum er tað aftur 3-arin Group saman við TUTL, sum útgevur fløguna. Plátufelagið 3-arin Group eigur og rekur Høgni Zachariassen, sum eisini eigur Expert í SMS, saman við p/f SMS.

 

Meta vit út frá undanfarnum árum, so fer nýggja Popp List 6 uttan iva at vera millum mest seljandi fløgurnar aftur í ár, fyri onkran verður hon tann ultimativa jólagávan. Ein rimmur av bæði nýggjum og gomlum Føroyskum tónleiki.

 

Her kann m.a nevnast.

 

Eivør Pállsdóttir, Lena Andersen, Kræklingar, Boys In A Band, Teitur, SIC, Páll Finnur Páll, Salt og ein serligur ongantíð fyrr útgivin sangur við Frændur & Symforniorkestrinum.