Fløguútgáva
Hóast 3’arin er farin í 3, er plátufelagið hjá handlinum enn til, tó hevur skift tað navn til 3’arin Group, og í hesum døgum geva tey saman við TUTL ársins Popp List fløgu út.
Popp List 5 er fimta fløgan av sínum slag. Men hóast Popp List nærkast skúlaaldur, stendur henda fløgan ikki aftan fyri farnu fløgurnar. Aftur í ár eru størstu hittini, sum Sasa sa sa við The Dreams, Just Dig við Høgna Lisberg, Droymi mitt um dagin við Poppkorn, The Sky is Our Home við Marius, Louis, Louis við Teiti, Filthy Tongue við Makrel, Graceland við 200, Til allar kvinnur við Dynamit og Hvørt Fótafet við Gestum. Umframt góð løg, ið ikki eru komin út á sølufløgu, sum umhvørvishittið hjá Tórshavnar kommunu: Lort í Býin við Meylu og Knøtti, Rógv, Ritan rógv hjá Signu Andersen og Tú lyftir meg við Essa Jacobsen.
Tann aktuelli parturin av fløguni speglar árið, ið hon er givin út, og tað kann við hesi fløgu staðfestast, at tónleikaárið 2006 hevur hilnast heilt væl.
Úrvalið av klassikarum á eini tílíkari fløgu kundi verið merkt av, at talan er um fimtu fløgu av sínum slag, men tað er serliga í hesum partinum at Popp List 5 stendur sterk.
Løg sum Upp á tá við Tinganest, Dukkan Fía við Regini Guttesen, So Excited við Hjarnum, Stórasystir og lítlibeiggi við Eyðfinn og Kara, Til Tey Stressaðu við Frændum, Jesus hitt einasta við Heine Lützen, umframt væl og virðiliga gloymda rokkklassikaran hjá Niclas And The Crew: The Show Must Go On, eru eitt bland av tí fólkakæra, tí góða og tí forkunnuga.