Hann er kendur í nógvum feløgum kring landið, og hann er framvegis virkin venjari.
Talan er um 52 ára gamla Krzysztof Popczynski úr Póllandi. Í dag ljóðar, at hann frá á nýggjárinum og tvey tey næstu árini verður venjari í Horsens FS, sum spælir í Jyllandsseriuni.
Krzysztof Popczynski kom til Føroya eftir summarsteðgin í 1998, tá ið hann varð venjari hjá VB. Hann var venjari í Vági fram til og við 2001, og tindurin var tað, tá ið VB við Krzysztof Popczynski sum spælandi venjara í 2000 fyri fyrstu og higartil einastu ferð vann FM. Leikluturin hjá Krzysztof Popczynski var stórur. Umframt at vera venjari, so var hann ein av fýra spælarum, sum var við í øllum 18 dystunum, og hann var VB toppskjútti við 14 málum.
Í 2003, 2004 og 2005 var Krzysztof Popczynski venjari hjá GÍ.
Í 2006 og 2007 var hann venjari hjá HB, sum á síðsta leikdegi í 2006 og eftir stórt drama tryggjaði sær FM heitið.
Tíðarskeiðið hjá Krzysztof Popczynski í Føroyum endaði í 2008, tá ið hann vandi TB, ið spældi í næstbestu deildini.