Aarhus Fremad, har Krzysztof Popczynski er venjari, vann við tveimum málum á einum á heimavølli móti Næsby um vikuskiftið í fyrsta landskappingardystinum í hesum kappingarárinum. Støðan í hálvleikinum var 2-0. Sigurin lyfti felagið upp á fimta plássi, har øll eru ájøvn í stigum. Komandi vikuskiftið vitjar Aarhus Fremad hjá eykaliðnum hjá Esbjerg. Teir vunnu 2-1 á útivølli móti Hjørring um vikuskiftið.