Popczynski tapti

Krzyztof Popczynski og Aarhus Fremad fingu ikki eina dreymabyrjan upp á nýggja kappingarári leygardagin.

Aarhus Fremad tapti á útivølli móti Randers Freja. Úrslitið varð 2-1. Krzyztof Popczynski, sum áður hevur staðið á odda fyri VB, GÍ, HB og TB, skal komandi mánaðirnar royna at vinna liðið upp í næstbestu deildina. Og hóast úrslitið ikki er ein vanlukka, hevur Aarhus Fremad ikki lagt væl á landi.