Aarhus Fremad vann í dag 2-0 á útivølli móti Otterup, sum er á aftasta plássinum í 2. division Vest.
Liðið hjá Popczynski er í løtuni á triðja plássinum við 56 stigum. Hobro er á øðrum plássi við 57 stigum. Annað plássið í deildini gevur atgongd til tveir dystir um uppflyting móti næstbesta liðnum í 2. division Øst.
Popczynski hevur áður staðið á odda fyri føroysku VB, GÍ, HB og TB.
Svendborg, við Julian Johnsson á liðnum, vann í dag 2-1 á heimavølli móti Næsby. Svendborg er nummar seks í røðini av 16 liðnum.
Seinasti leikdagur er komandi leygardag. Tá fær Aarhus Fremad vitjan av Svendborg, og Hobro skal spæla á heimavølli móti Otterup.