Sekkjaði HB-venjarin, Krzysztof Popczynski, er í sáttmálasamráðingum við TB. Krzysztof Popczynski er frammanundan væl kendur av suður suðuroyingum, av tí at hann sína fyrstu tíð í Føroyum var venjari í Vági. Verður Krzysztof settur í starv sum venjari hjá TB, gerst hann triði venjari hjá TB í ár. Jan Nielsen varð tíðliga í kappingini koyrdur, meðan venjarasætið hjá Milan Cimburovic nú er í vanda, eftir at 48 ára gamli póllendingurin er ávegis til felagið, sum liggur nummar 5 í 1.deild.