Popczynski kiksaði

Aarhus Fremad hevur fingið góð úrslit, síðani 2. deild vestur í Danmark byrjaði aftur. Venjarin Krzystof Popczynski hevur havt sum mál, at felagið skal flyta upp í næstbestu deildina, men ósigurin ímóti Esbjerg um vikuskiftið kom illa við hjá Popczynski og teimum. Aarhus Fremad spældi á heimavølli ímóti Esbjerg II og mátti lúta 2-0.