HB venjarin, Krzystof Popczynski, var ovurfegin um stigini á Svangaskarði:
- Seinastu seks ferðirnar hava vit ikki tapt. Vit hava vunnið fýra ferðir, og vit hava megnað javnleik í torføru uppgerðini í Klaksvík og á Skála, har umstøðurnar ikki vóru góðar, og har vit kanska vóru óhepnir.
Ert tú nøgdur við leikliga avrikið?
- Í 1. hálvleiki høvdu vit takið, men vit spældu okkum ikki til møguleikar. Eftir steðgin øtlaði veðrið, og vit vóru minni skipaðir.
Jákup á Borg var ikki við?
- Vit hava nógvar spælarar at velja ímillum, og hesa ferð gjørdu vit av at spara Jákup, sum hevur spælt rættuliga nógv. Hann verður við aftur móti EB/Streymi.
Tað verður rættur toppdystur?
- Vit hugsa ikki um at vera á odda. Málið hjá okkum er í ár at vera millum fýra tey bestu. Jú, tað verður toppdystur. Um vit ikki vinna móti teimum, so verður munurin seks stig fram til teirra, og tað er rættuliga nógv, staðfestir HB venjarin, sum aftur hesa ferð roynir at taka trýstið av sínum monnum.