Meistararnir fara beinleiðis í eldin. Í fyrsta umfari í Formula kappingini skulu teir spæla á Skála, har HB hevur havt tað torført, síðani Skála gjørdist partur av bestu deildini. Á bygd verður virksemi og umstøður lagað hvørt eftir øðrum. Fyrsta bríkslið undir Mýruhjalla verður ikki fyrrenn klokkan 17. Tað kemst av, at tað verður konfirmatión á Skála sunnudagin.
Tað er synd at siga, at fyritreytirnar hjá HB hava verið optimalar undan fyrsta umfarinum í nýggju kappingini. Krzystof Popczynski hevur ikki havt møguleikar at venja saman við øllum teimum ellivu, sum hann ætlar skulu vera á vøllinum frá fyrsta bríksli, síðani týskvøldið í síðstu viku.
Orsøkin til hetta er einføld. At HB eigur nógvar góðar spælarar og tískil av teimum flestu verður roknað at verða favorittur at endurvinna FM sæst aftur í, at felagið eigur fleiri spælarar á landsliðnum enn nakað annað felag. Í ferðalagnum, sum hevur verið í Georgia, og sum ikki lendi aftur í Vágum fyrrenn seint í gjárkvøldið, vóru fimm HB spælarar: Mortan úr Hørg, Rasmus Nolsøe, Christian Høgni Jacobsen, Jákup á Borg og Rógvi Jacobsen. Hjá hesum ræður um at fáa ferðamøðina úr kroppinum og sinninum, áðrenn tað eftir døgurða sunnudagin verður farið inn á Skála.
Hóast fleiri lyklaspælarar frá í fjør eru burtur, og venjarin er nýggjur, so kenna teir á Skála seg væl trimmaðar til fyrstu avbjóðingina í nýggju landskappingini. Í fjør var liðið nógv skaðaplágað. Liðformaðurin á miðvallarálitið hevur verið so mikið skaðaplágaður, at hann var noyddur at geva avboð til landsliðið.
Nú er Pauli komin so frægt fyri seg, at hann hevur vant saman við hinum, og hann verður førur fyri at spæla sunnudagin, og tað eru allir hinir eisini. Eingin av Skála spælarunum hevur verið eystanfyri í landsliðsørindum, og nú hondbóltsárið er av hjá StÍF savna ítróttarspentu íbúgvararnir á vestara armi av Skálafjørðinum seg fult og heilt um besta liðið hjá Skála.
Um tað skal hilnast betri hjá Skála undan summarsteðginum í ár, enn tað gjørdi í fjør, tá ið úrtøkan var sera soltin, fæst fyrsta ábendingin um nú sunnudagin.
Í 2. umfari í steypakappingini eydnaðist tað bæði Skála og HB at kvalifisera seg til víðari luttøku. Skála vann tepurt á heimavølli ímóti FS Vágar04, og HB vísti seg frá góðu steypasíðuni, sum liðið er kent fyri. Í tættari uppgerð undir torførum umstøðum eydnaðist tað eftir longda leiktíð at vinna 2-1 í Runavík. Ta ferðina var Rógvi Jacobsen sera sentralur. Aftur mikukvøldið vísti hann máltev í Tblisi. Ein av stóru spurningunum hjá skálamonnum er, hvussu teir skulu ansa eftir manninum við máltevinum.