Póllendingurin Krzystof Popczynski, sum í 10 ár spældi og virkaði sum venjari í Føroyum, hevur nógv at fegnast um í løtuni.
Felagið, sum hann venur, stendur seg væl í donsku 2. deild vestur, og fleiri sigrar seinastu vikurnar hava havt við sær, at felagið blandar seg upp í stríðið um uppflyting til 1. deild.
Aarhus Fremad hevur 33 stig á 6. plássi, og tað er bert 1 stig minni enn annað av liðunum, sum kann flyta upp. FC Fyn liggur langt fremst við 42 stigum, men stríðið um hitt uppflytingarplássið er tætt.









