Popczynski biður um umbering

Krzyzstof Popczynski fekk trý kærkomin stig í skjáttuna um vikuskiftið, tá Aarhus Fremad vann 1-0 á Brabrand á heimavølli. Brian Johansen skeyt einsamalla málið í dystinum. Popczynski biður hinvegin áskoðararnar um umbering, tí spælið var sera rótut.

- Eg veit ikki, um úrslitið var rættvíst. Vit spæla ongantíð væl móti Brabrand, tí teir hava sjáldan nakað at bjóða. Teir eru verjukendir og hugsa bara um, at vit ikki skulu fáa mál. Tá tað er sagt, so er vøllurin eisini vánaligur. Um ein spælari fær bóltin, er møguleiki fyri, at bólturin fer uppfrá og brýtur nøsina á spælarnum. Kommunan má bøta um viðurskiftini. Tað eru 800 áskoðarar til dystin, og tað er harmiligt, at vit ikki kunna bjóða teimum flottari fótbóltsspæl. Vit vilja fegnir spæla fótbólt, og tað vísa vit eisini á útivølli. Tað er hinvegin torført á heimavølli, tí vøllurin er so vánaligur, sigur Popczynski við bold.dk. Føroyski landsliðsspælarin, Johan Troest Davidsen, spældi í miðverjuni hjá Aarhus Fremad í samfullar 90 minuttir í gjár.

Nærkast uppflyting
Tað er sera tætt í oddastríðnum í triðbestu donsku deildini, men Krzyzstof Popczynski og Aarhus Fremad hava framvegis munin. Pólski venjarin, sum fór undir yrkisleiðina sum høvuðsvenjari í føroysku kappingini, er nær við at vinna sítt fyrsta gullheiðursmerki sum venjari í donsku kappingini.
Popczynski og Aarhus Fremad eru fremst við 54 stigum. Blokhus FC er nummar tvey við 53 stigum. 18 stig eru eftir at spæla um. Um Aarhus Fremad vinnur deildina, flytir liðið upp í næstbestu deildina. Popczynski skal á vitjan hjá Varde, nummar 14, næsta vikuskiftið. Varde hevur Jacob Bymar, sum fyrr hevur spælt við KÍ, í hópinum.