Popcorn tikið av hillunum

Coop, har handlarnir hjá Føroya Keypsamtøkan er limur, hevur tikið avgerð um at taka sonevnda microovns-popcornið av hillunum

Popcorn, sum skulu poppast í microovni, eru ikki longur at finna á handilshillunum hjá Coop.

 

Hetta verður gjørt, tí fluorerað evni eru í vørupakninginum, og sambært granskarum kann hetta økja um vandan fyri krabbameini, eins og tað kann viðføra viknaða immun-verju.

 

Við danska Politiken sigur Teller Blume, sum er deildarleiðari hjá Coop, at tey longu í fjør summar settu seg í samband við framleiðarar, so vørupakningurin kundi broytast. Hetta er ikki hent, og tí verður vøran nú tikin av handilshillunum.