Pop Top renning á Fjarðastevnu

Leygardagin 3. juli skipar Bragdið fyri Pop Top renning í Vestmanna. Startur og mál eru á kei økinum.

Kappingin er 4. umfar í Grand Prix kappingini hjá børnum og 5. umfar í Grand Prix kappingini hjá vaksnum.

Kappast verður í ymsum bólkum hjá børnum og vaksnum. TryÏ tey fyrstu á mál í øllum bólkum fáa heiðursmerki.

Kappast verður sambært hesi skrá:

kl. 11.30 Avheintan av startnumrum á keiøkinum
kl. 12.00 Vaksin (f. 59-86) og Veteranar (f. -58) renna 5 km
kl. 12.35 Gentur og dreingir -7 (f. 97-) renna 500m
kl. 12.45 Gentur og dreingir -10 (f. 94-96) renna 1 km
kl. 12.55 Gentur og dreingir -13 (f.91-93) og gentur og dreingir -17 (f. 87-90) renna 2 km
kl. 13.05 Heiðursmerkjahandan

Tilmelding fer fram á heimasíðuni www.athletics.fo í seinasta lagi kl. 20.00 fríggjakvøldið. Luttøkugjaldið, ið er kr. 50,- fyri vaksin og kr. 20,- fyri børn, verður goldið, tá startnummarið verður avheintað.

Við Ítróttarkvøðu

Bragdið