Sum nakað nýtt hava fyriskipararnir handan árligu Pop Top konsertina í Grasagarði valt at royna at knýta tiltakið saman við Ólavsøkukonsertini.
Pop Top konsertin verður tí í ár í staðin í Grasagarði hósdagin tann 27. juli klokkan 14-17.
Konsertin er ein áhugatónleikarakapping fyri ungar tónleikarar, sum fegin vilja sleppa eitt stig víðari. Vinnarabólkurin vil sum vanligt fáa boðið at byrja Ólavsøkukonsertina. Bólkar, sum ynskja at luttaka, hava enn møguleika at tekna seg á telefon 218250.
Tað er felagið Tónaungdómur í samstarvi við Mjólkarvirkið Búnaðarmanna og Føroya Undirhaldstónleikarafelag, sum skipar fyri Pop Top konsertini, og fyriskipararnir vóna, at konsertin í nýggjum hami fer at vera ein upphiting til Ólavsøkukonsertina sjálva, og at hon fer at vera eitt nýtt frískt íkast til býarlívið á Ólavsøku.