Pop Top konsertin 27.

Pop Top konsertin hevur verið lopfjølin hjá fleiri føroyskum bólkum og tónleikarum, ið nú teljast millum teir fremstu á tónleikapallinum. Konsertin, ið seinastu nógvu árini hevur búleikast í Grasagarði, er skipað sum ein kapping, har vinnarin sleppur at luttaka á Ólavsøkukonsertini.

 
 
Ofta hevur spenningurin millum ungu tónleikararnir verið stórur, men neyvan nakrantíð størri enn í ár, tí í ár er konsertin 27. juli, ella við øðrum orðum sama dag sum Ólavsøkukonsertin. Hetta merkir í roynd og veru, at ein ungur bólkur skal beina leið av pallinum í Grasagarði niðan á risa stóra pallin í Kommunuskúlagarðinum har hann skal framføra ígjøgnum eitt ljóðannlegg, sum telist millum tey størstu í landinum.
Í ólavsøkuskránni er dagfestingin komin skeivt fyri, soleiðis at prentað stendur, at bólkarnir spæla Ólavsøkuaftan, men hetta er ikki so, rætta dagfestingin er 27.juli  kl. 14-17.