Pop Top konsert leygardagin

Ungir føroyskir tónleikarar fara leygardagin at royna seg í Pop Top konsertini, sum hevur verið hildin síðani 1988

 

Árliga Pop Top konsertin verður hildin í Grasagarði í Havn leygardagin.

Fimm ungir føroyskir tónleikabólkar fara at spæla á konsertini, sum áður hevur hýst lovandi tónleikabólkum sum Mark No Limits, Clickhaze, Tangz og Flux.

Teir fimm bólkarnir hava spælt allan vetur, og Pop Top konsertin gevur teimum møguleikan at royna seg á almennum palli.

Teir fimm bólkarnir, sum verða við í ár, eru: Clement úr Havn, Lítla Rúm úr Havn, Faroe Teens úr Eysturoy, Suðuroy og Klaksvík, Nevermind úr Vestmanna, Ung Stjørnuskot úr Havn.


Bólkarnir

Bólkurin Lítla Rúm er nýggjur bólkur, sum var við í ársins Prix Føroyar. Bólkurin spældi í innleiðandi umfarinum í Klaksvik.

Bólkurin Faroe Teens er mannaður við blaðungum tónleikarum. Millum annað er Brandur Enni at finna í hesum bólki. Hetta er ein nýggjur bólkur, sum nú sleppur at royna seg á palli.

Í bólkinum Ung Stjørnuskot eru 30 ungir sangarar, sum Sigrid Sivertsen og Bo Isholm halda skil á. Talan er um ein rockbólk.

Bólkarnir eru fjølbroyttir, og tónleikastílurin røkkur frá blues og rocki til reaggie og heavy.

Fleiri av bólkunum skriva sín egna tónleik, og tað er eisini ein partur av Pop Top tiltakinum.


Nógv ár á baki

Pop Top konsertin er skipað sum ein kapping, og tað eru áhoyrararnir sum gera av, hvør skal vinna kappingina. Seinasta hálva tíman av konsertini fáa fólk høvi at atkvøða um bólkarnar, og í fjør greiddu 300 fólk atkvøðu.

Vinnandi bólkurin sleppur at spæla á ólavsøkukonsertini í ár, men allir bólkarnir sleppa at leska sær við ovmikið av Pop Top saft.

Pop Top konsertin hevur 13 ár á baki, og gjøgnum árini hava nógvir kendir bólkar tikið lut. Nógvir tónleikarar, sum hava sett hol á karrieruna í Pop Top samanhangi, hava seinni gjørt vart við seg í føroyskum tónleiki.