Orð: Dánial Hoydal
Gott lív í
Nøvnini á bólkunum vóru, sum ikki einaferð, full av hugflogi og skemti. Og tað vóru bólkarnir sjálvir eisini. Sangarin í bólkinum ?Happy?? var í Batmanklæðum, meðan hann sang, og Grønt Fót Slím spældi nýggjar pillørar sangir og sera øðrvísi útgávur av kendum føroyskum løgum fyri at nevna okkurt stuttligt. Mær dámdi tó sera væl bólkarnar norðan fjørð Cantaloop og Flux. Teir høvdu eina dygd og seriøsitet, sum er sera gott grundarlag at byggja á, hjá so ungum bólkum. Rós til Eivør Pállsdóttir fyri sangin og til gittarleikaran í Flux.
Salut spældi hart men gott, og Feed Back úr Nóls oy spældi, sum teir sjálvir beinanvegin gjørdu vart við, eitt sindur eldri tónleik. Bólkarnir Almost Perfect og Deep Heep tyktust at vera teir mest óroyndu og trilvandi, men teir tordu væl, og tí lukkaðist tað eisini hjá teimum at fara á pall - serliga Óluva Højgaard sang væl.