Leygarnáttina um eitt tíðina fóru tveir mans til hendurs við eitt pool borð í Havnar Klubba. Ilt kom í teir um eitt spæl, og annar tók køina og langaði hana í høvdið á hinum. Hesin fekk onkran smásnuddin av henni.
Rokið endaði tó friðarliga, tá løgreglan kom á staðið, og báðir menninir viðgingu teirra skuld í rokinum. Og so varð ikki gjørt meira burturúr tí.
Okkurt annað smávegis rok var eisini í býnum, men tað endaði alt í sátt og semju.










