Johan Mortensen, valevni Tjóðveldisflokksin til Býráðið
????????
Sjálvur var eg Hoydølum í 70unum tá ungdómsuppreisturin fór um allan heim og setti spurnartekin við allar myndugleikar, fyriskip-anir og vanahugsan. Tjak og støðutakan um Vietnamkíggið, heimspolitik og moral, tjak og visiónir um Føroyar. Engagement og persónlig støðutakan.
Føroyskur ungdómur er ídag ó-engageraður í samfelagsviðurskiftum. Ung ídag eru alt ov politisk korrekt, undirbrotlig fyri myndugleik-um og apatisk yvirfyri vinnulívinum, Tað er heldur ikki so lætt at vera ungur ídag og at skulu hava høgar karakterar fyri at "blíva til nakað," helst fulltrúði í almennu fyristingini við pensión og vera tjekk-aður og coolir og fínur og so blíva dismissaður og frustreraður .Ung ídag eru líkasæl við Løgtings og Býráðs-limum, troytt av livibreyðs-politikarum uttan karismu og visiónum og sum bara hvørt fjórða ár hava áhuga fyri teimum. EMINEM og RAMSTEIN og SMIRNOFF er sku nógv feitari enn parlamentarisku Føroy-ar.
Valrættaraldurin og koyrikort skal setast niður til 16 ella 17 ár. Er tú nóg gamal at gjalda skatt skal tú eisni hava rætt at atkvøða. Skiljið ikki at tað skal verða so torrørt við einum spælistaði í Havn. Müllers Pakkhús vildi verið væl hóskandi og Móttøkuhúsið hjá Býráðnum ein ófør ungdómscafe. Bæði húsini standa tóm meginpartin av árinum, so tað skuldi verði lag á manni.
Tað er hugaligt at POLUNG verður virkið. Spælistøð og kollegiðir eru sjálvsøgd, men eg vóni at POLUNG eisini fer at gera sær nakrar tankar um hvussu hetta land skal byggjast. Skulu vit verða ein sjálvbjargin, stolt Tjóð við einum altjóða vinnulívi mannað við ungum, ambitiøsum profittskapandi føroyingum ella ein patetiskur almannaklientur í Norðuratlantshavi har danskir provokerandi muslimar seta dagsskránna?? åahh, gå hjem og vug !










