Polterabend
Onkur helt á Føroya Sjómannadegi, at Heini O. Heinesen, sum var hetjan hjá fiski-og útróðrarmonnum fríggjadagin, longu hevði fingið minnisvarða á Stongunum. Á veg til setanina av degnum, møttu vit hesum unga manni, sum stóð í oljuklæðum og sydvesti – við stórum togenda um kroppin og varpi í hond. Frammanfyri sær hevði hann eitt skelti við áskriftini: “X við Hoyna – 0%”. Vit fregnaðust, hvussu hetta hekk saman, men skjótt komu vit eftir, at talan var um ungan mann, sum skal giftast í næstum, og nú høvdu vinmenn hann til polterabend. Sigast má, at høvið var væl valt – júst á Føroya Sjómannadegi og við setanina, har nøkur túsund fólk vóru savnað. Líkamikið. Hetta sá bara heilt stuttligt út, men um ungi maðurin stuttleikaði sær líka væl og tey, sum gingu framvið honum, sigur søgan einki um.