Norska kringvarpið NRK veit í dag at siga, at fleiri pólskir arbeiðsmenn, sum arbeiða í Noregi, nú leita heimaftur til Póllands at arbeiða.
Bæði ídnaðurin og byggivinnan í Noregi uppliva, at tað ikki er so lætt longur at fáa arbeiðsmegi úr eysturevropa.
- Hetta er ikki bara av farsóttini, sigur pólski rørleggjarin, Wojciech Persinski, sum eisini er leiðari fyri pólskum felag í Noregi.
Rørleggjarin vísir á, at tað er stórur eftirspurningur eftir faklærdari arbeiðsmegi í Noregi, og her eru nógvir arbeiðsmøguleikar.
- Men, nú eru tað fleiri, sum heldur vilja aftur til Póllands at arbeiða. Eg kenni fleiri, sum eru givin at arbeiða í Noregi og heldur eru farin aftur til Póllands ella Týsklands.
Wojciech Persinski sigur, at lønirnar í eitt nú Póllandi og Týsklandi eru betur, enn tær hava verið, og Pólland hevur eisini í fleiri ár mist nógva arbeiðsmegi, sum landið hevur brúk fyri.
Sjálvur hevur rørleggjarin arbeitt í Noregi síðan 2011, og hann merkir týðiliga hugburðin og gongdina við, at fólk flyta heimaftur.
Noreg er minni attraktivt fyri póllendingar. Hetta byrjaði fyri nøkrum árum síðan, men farsóttin hevur ikki gjørt tað betur.
- At arbeiða í øðrum landi er avbjóðandi, bæði av mentanarligum ávum og við málinum, sigur Wojciech Persinski.
Meira um hesi viðurskifti, sum saktans eisini kunnu fáa týdning fyri føroyskt vinnuvirksemi, kann lesast á heimasíðuni - www.nrk.no











