Michal Pryzbylski, sum um stutta tíð verður 18 ár, hevur skrivað undir sáttmála við B68 fyri kappingarárið 2015. Tað vil samstundis siga, at hann verður partur av Effo liðnum hjá B68, har Páll Guðlaugsson sum kunnugt er settur sum høvuðsvenjari.
Michal Pryzbylski er ættaður úr Póllandi, men uppvaksin í Føroyum, og hevur eisini fingið sín fótbóltsuppvøkstur í B68. Tey seinastu trý árini hevur hann leikt við NSÍ, har hann hevur leikt 7 dystir á besta liðnum og 50 á næstbesta liðnum. Men nú verður hann so aftur at síggja í reyða B68 búnanum.
Michal Pryzbylski er ein verjukendur leikari, men hevur eisini royndir á miðvøllinum.
- Eisini er hann ein leikari, sum hevur verður spennandi at fylgt upp ígjøgnum fótbólt uppvøksturin, og tí er vit, sum varða av B68 eisini fegin um, at hann aftur verður at síggja í reyðum, skrivar heimasíðan hjá felagnum.










