Uttanríkisráðharrin í Póllandi, Mariusz Kaminski, sigur sambært tíðindastovuni NTB, at tey nú eru farin at fyrireika seg at taka ímóti flóttafólki úr Ukraina.
Tey vænta nevniliga flóttafólk úr Ukraina, um landið skuldi verið álopið av Russlandi.
Hann vísir á, at hugsað verður um eina røð av ymiskum møguleikum í hesum sambandi - alt eftir, hvat fer at henda teir næstu dagarnar.
- Vit fyrireika leiðararnar fyri lokalu myndugleikarnar í landinum upp á, at vit kunnu fáa flóttafólk í kjalarvørrinum av kreppuni, sum hevur tikið seg upp.
Mariusz Kaminski heldur tað ikki vera óhugsandi, at fólk í Ukraina fara at leita sær tryggleika í Póllandi, um Russland ger innrás, og tí heldur hann tað vera neyðugt, at landið er fyrireikað.