Pólland ímillum Ongland og HM

Við sannførandi heimasigri ímóti Montenegro helt Ongland tørn um fremsta plássið

Tað er sannlíkt, at Ongland verður við í hattinum, tá ið lutur í desember verður kastaður um, hvussu liðini skulu bólkast í HM endaspælinum í Brasilia næsta summar.

Í kvøld hevði Ongland vitjan av Montenegro, og gestirnir vórðu sendir til hús aftur við 4-1 tapi.

Ongland er fremst í bólki H, men kappingin er tøtt. Ongland hevur 19 stig, og Ukreina, sum í kvøld vann 1-0 á heimavølli ímóti Póllandi, hevur 18 stig. Týskvøldið skal Ukreina spæla á útivølli ímóti San Marino. Ongland eigur heimavøll týskvøldið, men talan verður um munandi torførari mótstøðulið enn tað hjá Ukreina. Ongland fær vitjan av Póllandi, sum meiri enn eina ferð hevur lagt fótonglar fyri Ongland, tá ið talan hevur verið um avgerandi dystir í kappingini um at vinna seg í endaspøl.

Einki er tó at ivast í, at Ongland í hvussu so er verður nummar tvey í bólkinum, tí Montenegro er á triðja plássi við 15 stigum.