Í gjár fór Pólland undir at flyta meira enn túsund hermenn til eystara part av landinum.
Tað boðar pólski verjumálaráðharrin, Mariusz Blaszczak, frá.
Pólland hevur mark ímóti eitt nú Hvítarusslandi og Ukraina.
– Hetta gera vit fyri at vísa, at vit eru til reiðar, um royndir verða gjørdar at skapa ófrið nærindis okkara marki, sigur Blaszczak sambært Reuters.
Avgerðin kemur eftir, at sonevndi Wagner bólkurin slapp at fara til Hvítarusslands, eftir at bólkurin hevði skapt ófrið í Russlandi.