Polkamisnýtarar á G!

Fjórði bólkurin, ið G! avdúkar hesa vikuna er Polaholix úr Týsklandi, ein bólkur, ið spælir polkatónleik við tvífaldari ferð. ?Polka er eitt slag av dansi og dansitónleiki, sum gongur við fullari ferð ? tvey-tvey og VEND og so hinvegin aftur ? júst sum í kovboyfilmunum. Polka er ikki nakar sensuellur sveiggjan-við-mjadnunum-dansur, og heldur ikki bara nøkur deian aftur og fram. Polka er sum ein kanin, ið histar: Hopp - hist - hopp - hist - hopp ? hist! Bólkurin Polkaholix er hinvegin sum 2 kaninir, sum hista!: Hopphist - hopphist - hopphist - hopphist ? hopphist! Tað er tvífaldað ferð á, og sjálvt um tú hevur gingið til fólkadans, er slett ikki vist, at tú klárar at fylgja við. Løgini koyra øll við høgari polkaferð og hava hvørt sítt eyðkenni við blásarum, harmoniku, strúkarum og trummum. Sungið verður á týskum, og av tí kann verða torført hjá summum at skilja tekstin. Hóast tað, stinga onkur orð seg upp innímillum, ið flest øll skilja, so sum >>Jackie Chan<<, >>cool<< og >>bier<<!? skrivar G!Fesivlaurin

 

?Eigur tú einar knæbrøkur úr leðri, so fá tær broderaðar og tak tær við á G! Festival til speedaðan fólkadans - knøini mugu fáa pláss, tí tey skulu lyftast aftur og aftur! Tað gongur skjótt fyri seg, tí minst til: Polkaholix eru TVÆR kaninir sum hista og hoppa hvør í sínum lag.? heldur festivalurin fram.

 

Frammanundan hevur festivalurin avdúkað, at Nephew, Young Dubliners, Dixie Hummingbirds og Serena Maneesh luttaka á festivalinum í ár.