Tilsamans fimm fólk eru ákærd fyri morðið á russiska journalistin, Annu Politkovskaja, fyri sjey árum síðani.
Trý av teimum ákærdu eru brøður, harav tveir eisini vórðu ákærdir fyri fýra árum síðani, men tá blivu fríkendir. Farbróður teirra er eisini ákærdur, og hann er tann, russiska ákæruvaldið heldur vera heilan aftan fyri morðið.
Eisini eitt fyrrverandi starvsfólk í russiska innanríkisráðnum telist millum tey ákærdu í málinum, sum serliga uttan fyri Russland hevur vakt miklan ans.
Russiska nevndin, sum nú hevur kannað morðið av nýggjum, sigur ivaleyst vera til av prógvum ímóti teimum ákærdu, men framvegis er tó ógreitt, hvør tað var, sum bílegði morðið.
Anna Politkovskaja var kend sum ein hvassur atfinnari at russisku leiðsluni og serliga krígnum í Tjetjenia.










