Bilur fekk toyggið
Ein genta hevði leygarnáttina gjørt seg inn á ein bil í Havnini. Klokkan 10.53 leygarmorgunin varð fráboðað, at tveir rútar vóru brotnir á einum bili. Løgreglan fór á staðið, og við nakað av avhoyringum varð funnið fram til, at ein genta, sum hevði verið í einum balli har á leiðini, hevði gjørt seg inn á henda bilin. Gentan er nú skuldsett fyri herverk.
Fullir útlendingar gjørdu stóran skaða
Í nátt var eitt ferðsluóhapp Yviri við Strond, tætt við húsini har løgreglan heldur til. Ein bilur rendi á ein garð, og fór sera illa. Vakthavandi á løgreglustøðini greiðir frá, at eingin fólkaskaði var, men at skrokkurin á bilinum fór sera illa. Løgreglan kom á staðið, og tað vóru tveir útlendingar, sum arbeiða í Føroyum, ið vóru í bilinum. Førarin var ávirkaður av rúsdrekka, og er skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.
Stór tilbúgving - lítið bál
Leygarkvøldið um klokkan 18 sást nógvur roykur undir Ternuryggi. Sløkkilið og løgregla fóru við fullum útrykningi. Tað vísti seg tó ikki at vera tann heilt stóri brandurin, og var tað onkur, ið var við at brenna eitt bál. Helst er tað onkur av grannunum, ið hevur boðað frá nógva roykinum, og sett alla tilbúgvingina í gongd, men tað vísti seg at hesin hevði fingið loyvi frá kommununi at brenna bál. Sløkkiliðið vætti eitt sindur rundan um bálið, so at tað ikki festi í, og fóru síðan avstað aftur.
Friðarlig jóansøka
Sera nógv fólk vóru savnað á Tvøroyri um vikuskiftið, har jóansøka varð hátíðarhildin. Hetta hevur tó ikki givið løgregluni í Suðuroy høvuðbrýggj. Tvey harðskapsmál hava verið, eitt leygarmorgun og eitt sunnumorgun. Leygarmorgunin vóru fullir menn farnir upp at sláast, og endaði annar á skaðastovuni við snuddi á nøsini. Hin er skuldsettur fyri harðskap. Sunnumorgunin vóru nakrir menn blivnir óklárir í einum bussi, ið koyrdi millum bygdirnar, og tað endaði í bardaga. Bussurin steðgaði og førarin boðaði løgregluni frá bardaganum. Løgreglan kom á staðið og har eru eisini skuldsetingar fyri harðskap. Eingin varð tikin fyri rúsdrekkakoyring í Suðuroy um vikuskiftið.