Politistur álopin heima við hús

Ein maður er handtikin, sigur løgreglan

Ígjárkvøldið varð ein politistur álopin heima hjá sær sjálvum. Tað váttar Steen Nørskov, sjefpolitiinspektørur. Men tað er eisini at kalla tað einasta, hann fær sagt um málið í løtuni.

Men hann váttar kortini, at ein maður er handtikin í málinum og nú verða umstøðurnar so kannaðar út í æsir, áðrenn støða verður tikin til, hvat skal henda í málinum.

Hetta er aðru ferð upp á stutta tíð, at ein politistur verður álopin heima við hús.