Politistur í Føroyum ákærdur fyri kynsligan ágang

Ríkisadvokaturin hevur nú reist ákæru ímóti einum politisti í Føroyum fyri at gera kynsliga seg inn á kvinnur

Ríkisadvokaturin í Keypmannahavn hevur reist ákæru ímóti einum løgreglumanni í Føroyum fyri at hava misnýtt starv stítt mótvegis trimum kvinnum í Føroyum. 

Tvær av kvinnunum vórðu lokkaðar at til falskar avhoyringar, har tær sambært ákærumyndugleikanum vóru fyri kynsligum ágangi. 

Krav er um fongsulsrevsing – ákærdi noktar seg sekan.