? Hugburðurin er broyttur. Bæði hjá politinum og borgarunum.
Tað heldur Reðin Leonsson, sum hevur verið politistur í Føroyum í eini 30 ár.
? Tað er blivið nógv lættari at hava við fólk at gera. Fólk eru betri upplýst. Tey vita, at tey vera revsaði, um tey traðka við síðuna av. Tað skiltu tey ikki fyrr í tíðini. Tá var tað mett sum forfylging, um tey fingu eina bót, sigur Leonsson
? Tað er nógv betri samband millum politiið og borgararnar. Í dag hava fólk hava lættari við at tosa við politistin sum vanligt menniska.
Men sambært virkandi sýslumanninum hevur politiið eisini skift stíl tey seinastu 30 árini. Teir eru vorðnir mildari við árunum.
? Eg minnist frá mær sjálvum, tá eg kom heim til Føroya. Tá var mann verðinsmeistari. Hevði hvølju á kroppinum. Tað var bara kæft-tritt- og retning. Tað fyrsta var orðið, annað var slagið. Soleiðis vóru nógvir politistar tá. Tað var í størri mun tolererað tá, at politistar nýttu harðskap. Men tann tíðin er farin. Tess eldri tú verður í tænastuni tess meira verður tú greiðir yvir, at tú ikki ert nakar verðinsmeistari, sigur Leonsson, sum heldur, at teir yngru politistarnir eru av einum heilt øðrum skúla.
? Teir ungu menninir í dag verða øðrvísi skúlaðir enn vit vóru. Teir eru meira varnir, tí at tað eru fleiri dømi um at politistar hava mist arbeiði orsakað av umstøðum, sum vit eldru vildu kalla bagatellir. Í dag verður hildið gott eyga við hvat politistar gera. Nú eru nevndir sum viðgerða kærur um politiið. Soleiðis var tað ikki fyrr í tíðini.