Á hvørjum ár verður gjørd ein trivnaðarkanning í politinum í ríkinum. Kanningin verður gjørd øki fyri øki.
Í flestu økjum stendur betur og betur til hvørt ár við trinaðinum, meni einum øki gongur afturá, og tað er í Føroyum.
Politistarnir fáa fleiri spurningar at svara uppá. Svarini vísa, at á summum økjum eru gjørd framstig, men samanlagt gongur afturá við trivnaðinum, vísir úrslitið av kanningini.
Á einum øki stendur sambart kanningini serliga illa til á, og tað er viðvíkjandi samstarvi og samskifti.
Sambært keldum hjá Sosialinum eru tvær orsøkir til vánaliga trivnaðin. Onnur er bygnaðarbroytingarnar, sum hava ørkymlað starvsfólkini. Hin er avleiðingarnar av, at politistøðin í Havn er stongd vegna sopp. Soppurin hevur havt við sær, at deildirnar hava verið noyddar at flyta í fleiri ymisk høli í landinum.
Fyri alt ríkið er sum heilt galdandi, at kvinnurnar trívast betur enn menninir í politinum.