Løgreglan hevur verið mannsterk til arbeiðis kring landið í nátt. Løgreglan sigur, at eitt arbeiðið, tey leggja rættiliga stóran dent á, er at fyribyrgja harðskapi.
- Vit vilja ikki, at ófriðakroppar taka ræðið á náttarlívinum, staðfesta tey á løgreglustøðini.
Ein partur av tí arbeiðnum er at politistar eru til arbeiðis í býnum og í hesum sambandi hava nógv løgreglufólk verið at síggja í gøtunum.
Og tað hendi eisini meiri enn einaferð, at tey máttu leggja upp ímillum, har fólk vóru komin til ilnar.
Tað hendi við eitt skeinkistað í Klaksvík, har menn komu til ilnar, men har løgreglan fekk lagt upp í, og skilt sundur, áðrenn tað endaði við harðskapi.
Og tað sama hendi í Klubbanum á Tvøroyri, har ungir mans komu til ilnar, men har løgreglan fekk sissa teir aftur og skilt sundur, áðrenn meiri hendi.
Samstundis hevur løgreglan eisini verið á ófráboðaðari vitjan á fimm skeinkistøðum í Havn at vita um alt var eftir forskriftunum, og tað var tað.
Men í einum av skeinkistøðunum komu ein duravørur og ein gestur til ilnar. Duravørurin vísti einum manni á dyr, men tað varð hann so illur um, at tað varð áfast. Løgreglan fer at greiða træðrirnar í dag at vita akkurát hvat er hent, og at taka støðu til, um meiri verður gjørt við málið.
Tíðliga í morgun varð løgreglan eisini boðsend í eini privathús, har eitt par var komið til ilnar. Har fekk løgreglan eisini skilt sundur og fekk greitt teimum frá, hvørjar møguleikar, tey hava fyri at fáa hjálp, kunnu tey ikki semjast.
Og beint fyri klokkan sjey í morgun fór ein bilur út av í Kollafarðadagin, vestanfyri Effostøðuni. Tað var hált og bilførarin misti tamarhaldið á bilinum og fór útav. Tveir mans vóru í bilinum og teir fóru á Landssjúkrahúsið til kanningar.
Bilurin, sum er farin rættiliga illa, verður tikin upp seinni í dag, sigur løgreglan.









