Politistar í Havn fingið súkklu

Tey, sum hava verið ein túr í Havnini í góðveðrinum í dag, hava kanska sæð eina heldur óvanliga sjón: Politistar á súkklu.

Politiið hevur nevniliga fingið súkklu og tær vórðu royndar fyri fyrstu ferð í góðveðrinum í dag, sigur politiið, sum eisini eigur myndina.