Føroysk løgreglufólk hava ikki roynt at dylja, at tey hava verið ónøgd við útsjóndina á løgreglustøðini í Jónas Broncksgøtu í Havn. Nú er arbeiðið at umvæla støðina loksins byrjað. 31. oktober 2008 skrivaði Sosialurin, at politistarnir í nógvum førum skammast av støðini í Havn.
- Hetta er kanska ljótasti bygningur í Havnini og fólk finna ofta ikki inngongdina, segði Jan Poulsen, politistur og formaður í Politistafelagnum, við Sosialin tá.
Í samrøðu við Sosialin sama dag avdúkaði Jón Klein Olsen, politiovasti, eisini, at hann á ongan hátt var ósamdur við útsagnirnar hjá formanninum í politistafelagnum, men at hann fegnaðist um, at broytingar vóru á veg.
Tær broytingarnar, ið Jón Klein Olsen tá tosaði um, er nú loksins við at verða gjørdar. Nú verður nevniliga arbeitt við umvæla fasaduna á bygninginum, sum tað eisini framgongur av myndini. Sostatt kunnu vitjandi á Politistøðini síggja fram til eina meira innbjóðandi politistøð, hóast tey flestu nokk munnu ynskja sær so fá ørindi har, sum gjørligt.