Í gomlu politistøðini í Havn var so galið við blámusoppi, at starvsfólk gjørdust rættiliga sjúk. Har var ikki at gera enn at flyta út.
Politiið flutti inn í leigað høli Yviri við Strond. Hølini vóru nýliga sett í stand, og onkur høli vóru umbygd beint áðrenn.
Men nú er aftur galið.
- Tað er so. Onkur starvsfólk fingu trupulleikar, og við teimum royndum vit høvdu frá politistøðini, varð ein kanning gjørd. Henda kanning gevur eina ábending um, at blámusoppasporar eru her, sigur Halldis Poulsen, skrivstovuleiðari.
Hon sigur, at tey taka tað í stórum álvara, at umhvørvið hjá starvsfólkunum skal vera gott.
Nú verða víðari kanningar gjørdar.
Trupulleikarnir eru ikki so stórir, at talan verður um at steingja høli av ella at flyta eina ferð enn, sigur Halldis Poulsen.
Undir ongum umstøðum flytur politiið aftur í politistøðina í Jónas Broncksgøtu. Tað húsið eigur Slots- og Ejendomsstyrelsen, sum enn ikki hevur tikið støðu til, hvør lagnan skal vera hjá húsinum.