Hóskvøldið 10. januar kl. 19.30 verður politiskur fundur í Miðlahúsinum, har rúspolitikkur í Føroyum verður viðgjørdur. Blái Krossur Føroya skipar fyri politiskum fundi um føroyskan rúspolitik hóskvøldið 10. januar kl. 19.30. Allir politisku flokkarnir verða umboðaðir og fáa høvi til at geva sítt íkast til, hvussu teir kundu hugsa sær at orða ein rúspolitik í Føroyum.
Hvørji mál skulu vit seta okkum? Hvørji mál vilja flokkarnir seta, og hvussu vilja teir náa hesum málum komandi valskeið?
Ætlanin hjá Bláa Krossi við at skipa fyri hesum fundi, er, at varpa ljós á evnið. Okkara grannalond hava orðaðan rúspolitik, har mál eru sett og hvussu ætlanin er at náa hesum málum.
Ein rúspolitikkur kann umfata ymisk viðurskifti, men er ætlan á fundinum hóskvøldi, at seta fokus á 4 økir.
Hesi eru:
Børn, ungdómur og rúsur
Rúsdrekkalógin
Ferðsla og rúsdrekka
Hjálp og viðgerð
Flokkarnir fáa høvi til at seta fram síni sjónarmið, um hvussu teir vilja virkað á hesum øki.
Fundurin er almennur og verður høvi hjá áhoyrarunum at seta spurningar til valevnini.