Eins og til løgtingsvalið í január skipar Margarinfabrikkin fyri politiskum fundi hóskvøldið 6. november kl. 19.30.
Tiltakið byrjar kl.19.30. Tá spæla Líggjas og Flóvin nøkur løg og høvi verður at keypa kaffi og køkur. Kl. 20 byrjar sjálvur fundurin. Ætlanin við tiltakinum er, at geva yngstu veljarunum og yngstu valevnunum í Tórshavnar kommunu, høvi at hittast í einum hugnaligum og ungdommiligum umhvørvi.
Tey yngstu valevnini eru: Birgith Lassen, listi A, Nicolaj Falck, listi B, Rúni Djurhuus, listi C, Heðin D. Poulsen, listi D, Tórur av Kák Olsen, listi E og Frank Jacobsen, listi H. Tiltakið er alment og ókeypis