Politiskur fundur í Klaksvík

Sum siður er, skipar Klaksvíkar Húsmøðrafelag fyri politiskum fundi í Klaksvík, har øll kvinnuligu valevnini til kommunuvalið luttaka.
Fundurin verður hóskvøldið tann 4. november klokkan 19. Fundurin fer fram á tann hátt, at fyrst sleppa øll tey kvinnuligu valevnini at leggja síni sjónarmið fram. Aftaná sleppa so áhoyrararnir at seta spurningar. Kjak millum valevnini ein og millum valevnini og áhoyrararnar verður eisini á skránni.
Áhugabólkurin hjá Klaksvíkar Húsmøðrafelag fór undir at skipa fyri hesum politisku fundunum fyri fleiri árum síðani, og hava teir víst seg at verið áhugaverdir og hava savnað nógv fólk.