Parkeringsviðurskifti
Vágar:Tað sær einki út fyri parkeringsviðurskiftunum á flogvøllinum í løtuni. Eingin játtan er á fíggjarlógini, og tí kann einki gerast, sigur landsverkførðingurin. Borgarstjórin í  Sørvági heldur tað vera beinleiðis ódugnaskap frá politiskari síðu, at einki verður gjørt.
Parkeringsviðurskiftini við flogvøllin hava í áravís verið vánalig. Nógvir bilar standa, tá nógv flogferðsla er, sum Harraguð veit. Tveittir har, eitt pláss fæst. Úrslitið er mangan ein parkeringsbót. 
Í fjør varð fingin ein eykajáttan, sum tó ikki varð brúkt, tí arbeiðið kom ikki í gongd, áðrenn árið var endað. Tann játtanin fall so burtur, og eingin er fingin aftur, sigur Oyvindur Brimnes, landsverkfrøðingur.
Hann sigur, at landsverkfrøðingurin hevur gjørt kanningar av tørvinum við flogvøllin. Hesar kanningar hava víst, at í juli og út í hálvan augsut í fjør var nógv ferðsla og trongd á parkeringsplássinum við flogvøllin. So linkaði aftur, og trupulleikar av týdningi vóru so ikki aftur fyrrn enn um jóltíðir, tá aftur nógv flúgving var.
Landsverkførðingurin sigur, at tá politikararnir nú hava valt at leggja játtanina burtur aftur, ger stovnurin ikki meira. 
?Landsverkfrøðingurin fer ikki av sínum eintingum at biða um nakra eykajáttan til arbeiðið, sigur hann.
Finnbogi Niclasen, flogvallarovasti, sigur, at tað kann so enda við, at leiðslan á flogvøllinum beinleiðis má heita á fólk um ikki at taka bil við, tá tey koma vestur á flogvøllin í einumhvørjum ørindum. 
?Tað fer so bara í ringasta føri at raka okkum sjálv aftur í hinum endanum, sigur hann, tí tá kann væntast, at feðrslan gjøgnum Vágatunnilin fer at minka, og so vita vit ikki, hvat hendir við prísinum har.
Borgarstjórin í Sørvági, Eivin Jacobsen, er ikki nøgdur við skilið. Hann kallar tað beinlieðis politiskan ódugnaskap, at einki er hent við parkeringsplásisnm.
?Tað er sera vánaligt politiskt arbeiði at koma við eini eykajáttan soleiðis seinast í árinum og so bara missa hana burtur aftur, tí arbeiðið ikki fekst í gongd, heldur hann.
Hann metir, at tilrættaleggingin haltaði álvarlsiga hjá teimum sum ábyrgdina høvdu av hasi ætlanini.
At landsverkfrøðingurin tykist halda, at mynstrið fer at verða tað sama, sum undanfarin ár, skilir hann als ikki.
Eivin Jacobsen vísir á tann grundleggjandi munin, at í fjørsummar var eingin tunnil, og bilarnir stóðu tí í Vestmanna. Í ár ber til at koyra líka á flogvøllin, og hann ivast ikki í, at tað vilja fólk eisini gera. 
?Tað hava vit longu sæð, nú tað koyra umleið 700 bilar um dagin gjøgnum tunnilin, vísir hann á.
Jørgen Niclasen, løgtingsmaður sigur, at ein trupulleiki hevur verið, at friðingarmyndugleikarnir ikki hava verið lidnir at viðgera málið. Men tað er nú avgreitt, og so má farast í gongd aftur við at finna pening. 
?Tað verður ikki lætt, ásannar hann. Men eg havi reist málið bæði í flokkinum og hjá landsstýrismanninum við vinnumálum, sum umsitir samferðsluna, sigur Jørgen Niclasen, løgtingsmaður Fólkafloksins í Vágum.










