Politisku signalini søktu surimi-verkætlanina

- Tað er í lagi, at broytingar verða framdar á fiskivinnuøkinum, har slíkar eru neyðugar, men vit halda, at friður eisini má valda, soleiðis at menn, sum reka vinnu, vita, hvat teir hava at halda seg til. Tað er eingin loyna, at stórt órógv er í vinnuni í løtuni, nú so nógvir ”bóltar” eru í luftini í senn, sigur Jákup Sólstein

Fiskivinna

Hann prýðir forsíðuna í føroyska Skipalistanum í ár, og hann hevur prýtt føroyska fiskiskipaflotan seinasta árið sum avloysari hjá Nærabergi, sum fór úr flotanum. Skipið hevur verið okkara stoltleiki, og vit hava kunnað sagt, at hann telist millum størstu skip í Norðuratlantshavi. Eitt skúlaskip hjá mongum føroyskum ungdómi, sum valdi at søkja sjógvin. Men nú alt sá betri út við nógv størri framleiðsluorku og einum munandi betri skipi – og vit bíðaðu eftir, at reiðaríið fór at fortelja okkum, at nú hekk verkætlanin saman, bórust óvæntaðu tíðindini:
”Atlantic Navigator gevst í Føroyum”.

Harmur formaður
Ein av teimum, sum er ógvuliga harmur um, at Atlantic Navigator gevst til heystar, er formaðurin í Føroya Reiðarafelag, Jákup Sólstein, sum sjálvur starvast á skrivstovuni hjá JFK-Troli í Klaksvík.
Í vikuni hevur Føroya Reiðarafelag fundast um nýggju fiskivinnulógirnar, sum eru lagdar fyri løgtingið – og tær, sum enn bara eru í stoypiskeiðini.
Jákup Sólstein hevur ikki hug at siga nakað serligt um fundin, tí ætlanin er at hava fleiri fundir um ætlaðu broytingarnar.
- Í komandi viku fara vit at tosa við onnur feløg, eitt nú felagið Trolskip, felagið Línubátar og Føroya Ráfiskakeyparafelag um viðurskiftini.
Hann sigur, at Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, hevur kallað Føroya Reiðarafelag til fundar av umrøða viðurskiftini, men fundur verður ikki við landsstýrismannin, fyrr enn feløgini saman hava umrøtt viðurskiftini.
- Feløg hittast til innanhýsis fundar týsdagin, og síðan er ætlanin at hava ein felagsfund mikudagin, sigur Jákup Sólstein.
Hann heldur, at fundurin við landsstýrismannin tí í fyrsta lagi verður mikudagin ella hósdagin.

Órógvandi signal
- Í uppskotinum hjá landsstýrinum, sum nú liggur í vinnunevndini, er eitt nú talan um, at einki felag kann eiga meira enn 20% av einum fiskaslagi í einum skipabólki.
Hann vísir á, at landsstýrið eisini hevur aðrar broytingar í stoypiskeiðini á fiskivinnuøkinum, og hesar hava eitt nú verið til ummælis í fiskivinnuráðnum.
- Í málinum, sum enn ikki er lagt fyri tingið, er eitt nú ætlaða broytingin um tíðaravmarking av rættindum til veiðiloyvini, har hesi skulu kunna sigast upp og seljast útaftur.
Jákup Sólstein heldur, at ov lítið gjøgnumskygni er í hesum uppskotum, sum ilt er at meta um avleiðingarnar av, um tey verða sett í verk.
- Tað er í lagi, at broytingar verða framdar á fiskivinnuøkinum, har slíkar eru neyðugar, men vit halda, at friður eisini má valda, soleiðis at menn, sum reka vinnu, vita, hvat teir hava at halda seg til. Tað er eingin loyna, at stórt órógv er í vinnuni í løtuni, nú so nógvir ”bóltar” eru í luftini í senn, sigur hann.

Veikari grundarlag
Jákup Sólstein er sera harmur um, at Atlantic Navigator gevst í føroyskum sjógvi í heyst, og hann gevur Hanusi Hansen rætt í morgun av tí, ið ført hevur verið fram um, at politisku signalini eru viðvirkandi til avgerðina, sum nú er tikin.
- Surimi-verkætlanin er ein ógvuliga kostnaðarmikil verkætlan, og tað eru fleiri viðurskifti, sum gera hesa ætlan minni áhugaverda hjá teimum, sum standa aftanfyri hana.
Hann vísir á, at tað ikki einans eru tey politisku signalini, sum eru tyngjandi, men eisini tann vøksturin, sum var í hýrunum seinasta heyst, tá ið skipið lá í fleiri vikur.
- Nýggju sáttmálarnir, sum gjørdir vórðu við manningarfeløgini, gjørdust munandi dýrari enn teir, ið vóru frammanundan, og hetta hevur sjálvsagt tyngt um raksturin av skipinum.
Jákup Sólstein sigur seg ikki vilja hava ”hangandi” á sær, at manningin við Atlantic Navigator nú tjenar ov nógv, men heldur, at neyðugt er at síggja veruleikan í eyguni.
- Tað er eitt stórt tal av fólki, ið skal lønast við tí, sum kemur í last og tangar, og tá ið hetta er ein kostnaðarmikil vinna at vera í, er torført at fáa ætlanina at hanga saman – og kasta av sær, ið sjálvandi er málið hjá teimum, sum reka skipið.
Formaðurin í Reiðarafelagnum hevur eisini hoyrt Hanus Hansen siga frá einum fundi, sum hevur verið í Fiskimálaráðnum.
- Hetta var ein fundur, sum umboð fyri føroysku og norsku eigararnir saman við útlendskum fíggingarumboðum høvdu við embætisfólk í Fiskimálaráðnum. Sum eg havi skilt, var landsstýrismaðurin, Bjørn Kalsø, ikki við á hesum fundi.
Jákup vísir á, at umboðini fyri eigararnar og útlendsku fíggingarstovnarnar skiltu á føroysku embætisfólkunum, at ætlanin er at broyta reglurnar fyri útlendskum eigaraparti í føroyskum feløgum.
- Hanus hevur sagt, at politisku signalini á hesum fundi vóru, at útlendskur eigarapartur í føroyskum feløgum ætlandi skal minka úr 33% niður í 20%.
Kvotuparturin
Jákup Sólstein vísir á, at uppskotið um, at einki felag skal kunna ráða yvir meira enn 20% av einum fiskaslagi í einum bólki, í longdini kundi verið tyngjandi fyri Atlantic Navigator.
- Skipið fiskar av felagskvotu, og vit vita, at niðurskurðir verða í heildarkvotuni tey næstu árini. Skipið skal helst fiska eini 60.000 tons av svartkjafti um árið, um raksturin skal hanga saman, og tá er ikki vist, at 20% høvdu verið ein nøktandi partur.
Formaðurin í Reiðarafelagnum væntar, at skipið longu um eitt ella tvey ár hevði rent seg upp ímóti hesum kvotuloftinum.
Sambært uppskoti landsstýrisins, skulu tey feløg, sum í dag veiða meira enn 20% av kvotuni, framhaldandi kunna fiska hesa nøgd, t.v.s. at tey longu hava tryggjað sær søgulig rættindi til ein størri kvotupart.
- Vit eiga sum er eini 300.000 tons av svartkjafti at býta millum øll skipini hjá okkum sum veiða svartkjaft, og alt bendir á, at heildarkvotan fer at minka.
Jákup Sólstein sigur, at Atlantic Navigator bara hevur havt svartkjaftin at dúva uppá, meðan onnur føroysk nóta-og trolskip eisini hava havt sild og makrel.

Láglønarskip
Formaðurin í Reiðarafelagnum heldur, at ein annar máti at styrkt grundarlagið undir surimi-verkætlanini, kundi verið partvís at havt manning úr láglønarlondum umborð á skipinum, soleiðis at samlaði hýruposturin kundi verið minni, enn hann er í dag.
- Tað er ikki vist, at ein slík verkætlan, sum krevur so stórar íløgur, kann berast í einum hálønarsamfelag sum okkara, sigur Jákup Sólstein.