Fyrr í kvøld var pallborðsfundur í Klingruni í Norðurlandahúsinum í Havn, har umboð fyri teir politisku flokkarnar viðgjørdu norðurlendskar spurningar.
Millum spurningarnar sum vóru tiknir fram, var hvønn leiklut Føroyar skulu hava í norrøna samstarvinum - og hvat kunnu Føroyar geva hesum samstarvi?
Eitt annað áhugavert evni var, hvussu sannlíkt tað er, at eitt norðurlendskt samveldi verður skipað. Umrøtt var eisini, um grannamálsundirvísingin í føroysku skúlunum er nøktandi?
Politisku umboðini høvdu stórt sæð eina jaliga støðu til føroysku luttøkuna í tí norðurlendska samstarvinum.
Tað ber til at síggja fyrstu innleggini hjá teimum sjey umboðunum við at trýsta á hesar leinkjurnar :
1. Innleggið hjá Høgna Hoydal úr Tjóðveldi : www.youtube.com/watch
2. Innleggið hjá Anniku Olsen úr Fólkaflokkinum : www.youtube.com/watch
3. Innleggið hjá Helenu Dam á Neystabø úr Javnaðarflokkinum : www.youtube.com/watch
4. Innleggið hjá Honnu Jensen úr Framsókn : www.youtube.com/watch
5. Innleggið hjá Kára á Rógvi úr Sjálvstýrisflokkinum : www.youtube.com/watch
6. Innleggið hjá Rana A. Skaalum úr Miðflokkinum : www.youtube.com/watch
7. Innleggið hjá Jóhan Dahl úr Sambandsflokkinum : www.youtube.com/watch