Hesa støðu kallar Høgni Hoydal politiskt volapykk. Tá andstøðuflokkarnir hava kallað avgerðina at gera skipanian við fiskidøgum fult umsetiliga fyri at hóska væl til ný-liberalistiska Caragata-álitið, so verður henda útlegging skírd, at flokkarnir royna at fáa sær partapolitiskan løtuvinning. Álvaratos, Høgni Hoydal, hetta er ikki annað enn politikkur. ? Hevði tú roknað við, at andstøðuflokkarnir fóru at rópa »halleluja« eins og tann nýggi og kúvendi Tjóðveldisflokkurin?
Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin hava víst á, at verður skipanin við fiskidøgum fult handilslig, er vandi fyri, at flotin miðsavnast og endar á fáum hondum. Somuleiðis hava flokkarnir, eins og formaður Tjóðveldisfloksins, sæð ein vanda í, at serliga útróðrarbátar hvørva úr útjaðaranum, tí hesi veðiloyvi og fiskidagar verða keypt upp. ? Er tað nakað løgið í at vísa á henda vandan? Tvørturímóti. Tað er ein partur í politiska arbeiðnum at vera á varðhaldi.
Vit hoyrdu eisini formannin í MÚ, Chris Jan Michelsen, í útvarpinum nevna vandan, at veiðiloyvini hjá teimum størru útróðrarbátunum - teir sum eru oman fyri »skottið« - verða keypt upp, og at hesin flotin fer at hvørva sum frálíður. Man ikki ein stórur partur av hesum flota vera skrásettur í útjaðaranum?
Jú, Høgni Hoydal, tað er frálíkt við »greiðum linjum«, og á hesum stað skalt tú fáa fulla undirtøku fyri, at vit sleppa undan studningi til nakrar fáa reiðarar. Líka mikið um tað er íløgustuðul ella rakstrarstuðul. At tað við lóg skal forðast fyri, at flotin endar á nøkrum fáaum hondum eru nýggir upplýsingar, sum ikki vóru at hoyra, tá pappírsleysa semjan var almannakunngjørd. Men eisini í tí málinum fært tú fulla undirtøku. Men tá tað er sagt, stendur kortini eftir, at Tjóðveldisflokkurin hevur offrað »samhaldsføstu eftirlønarskipanina«. Í staðin tekur hann undir við »fólkatryggingini«, har eftirlønin veldst um inntøku í arbeiðsárum. Ójavnin skal halda fram. Ella eru ikki allir upplýsingar komnir fram enn?










