Nógvur politikkur er á skránni fyri komandi vikuskifti. Fríggjadagin er 14. september. Og í hesum sambandi fara Tjóðveldisfeløg kring landið og Unga Tjóðveldi at skipa fyri tiltøkum í sambandi við 55 ára dagin fyri fólkaatkvøðuna í 1946.
Hóast 14. september vanliga verður settur í samband við Tjóðveldisflokkin, hevur Javnaðarflokkurin valt at seta sín árliga landsfund hendan dagin.
Landsfundurin hjá Javnaðarflokkinum verður í Vestmanna, og byrjar fríggjakvøldið 14. september klokkan 20. Tað áhugaverdasta á landsfundinum er tó sett á skránna fyri leygardagin. Leygardagurin byrjar við, at Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins, leggur fram sína formansfrágreiðing. Men seinni fer flokkurin at leggja fram eina nýggja valsrká, sum flokkurin hevur gjørt til komandi løgtingsval.
Valskráin skal viðgerast og góðkennast á landsfundinum, áðrenn hon verður almannakunngjørd.
Sosialurin skilir, at hóast Javnaðarflokkurin hevur valt at seta landsfund sín 14. september, er hetta ikki tí, at flokkurin hevur broytt støðu í fullveldismálinum. Sum blaðið skilir, fer valskráin hjá Javnaðarflokkinum at leggja dent á onnur virði, ið hava meira við hugsjónina hjá Javnaðarflokkinum at gera.










