Jógvan Arge
býráðslimur
Tað hevur mangan verið lítið gott at frætta av Vaglinum seinastu árini. Tórshavnar Kommuna hevur mistikið seg ella forlopið seg í einum máli fyri og øðrum eftir.
Hon hevur tí fingið høgg oman á høgg fyri sína handfaring av málum og borgarum.
Eitt hava vit tó verið samd um í býráðnum: at seta dik á at loysa tann stóra tørvin, sum hevur verið á ansingarplássum til børn.
Hetta hevur verið gjørt við at byggja barnagarðar og vøggustovur, sum er tað, ið fólk flest vilja hava.
Vit eru komin langt áleiðis við hesum byggingum, men vit eru ikki komin á mál og koma kanska ongantíð heilt á mál.
Kortini fór Tórshavnar Kommuna nú hendan dagin út við einum officiellum tíðindaskrivi um, at øll børn yvir hálvt ár hava fingið ansingartilboð. Hvørt skal siga: allur ansingartørvur er loystur.
Hóskvøldið fingu vit so at vita um eina av teimum metodum, sum liggja til grund fyri páhaldinum í kommunala tíðindaskrivinum.
Kommunan hevur potað fleiri børn, enn gott er inn á stovnarnar, sum eru tøkir í dag. Hesum hava stovnsleiðslurnar ampa av, bæði mótvegis børnum og starvsfólkum.
Havi sjálvur sitið í mentamálanevndini hetta skeiðið og havi ikki vitað betur, enn at politikkurin hjá Tórshavnar Kommuna hevur verið at hava barnaansing á hægsta trivnaðarliga stigi.
Veit onki um, at minkast skuldi um møguleikarnar hjá børnunum at trívast á stovnunum til tess at politiska samgongan upp undir tilstundandi kommunuvalið í ótíð kundi reypa av loystum ansingartørvi.
Men tað er eftir øllum at døma tað, sum nú hendir.
At fara við teimum smæstu og viðkvæmastu borgarunum næstan sum høsnum í búri fyri at fáa gloriuna at sýnast at skína til valið er at fara langt út um sømiligt mark.
---