Eftir samstarv í 30 ár er líkt til slit millum grønlendsku vinstraflokkarnar IA og Siumut aftan á landstingsvalið í dag IA, sum stendur til at vinna stórsigur á grønlendska landstingsvalinum í dag, fer ikki at skipa samgongu saman við Siumut.
Teir báðir flokkarnir hava samstarvað í 30 ár, men samstarvið heldur ikki fram aftan á valið. Tá fara vit heldur í andstøðu, segði formaðurin í IA, Kupik Kleist, við grønlendska kringvarpið KNR í gjár.
Kupik Kleist segði, at í valstríðnum hevur Siumut givið veljarunum fleiri lyfti, sum tað ikki ber til at halda, og tí hevur flokkurin rikið eitt óveruligt valstríð og lagt upp til ein óveruligan politikk, segði hann.
Hans Enoksen, formaður í Siumut og landsstýrisformaður, undrast á fráboðanina frá IA. Hann sigur við KNR, at í Siumut eru tey hugað fyri framhaldandi samstarvi við IA.
Sambært teirri seinastu kanningini kann IA fáa heili 44 prosent av atkvøðunum í dag.