Taki so hjartaliga undir við oddagreinunum, sum finnast at landsins leiðslu, hvørs politisku flokkar einans royna at sæta sær, meðan samfelagið alt bløðir. Ongin politikkur verður stungin út í kortið, onki fæst í lag. Teir fittu flenna bítt, teir ljótu flenna tjúkt.
Oftast ganga ting- og landsstýrisfólk í ørviti, rýma enntá av fundum og siga okkurt hissini her og okkurt hissini har. So er dagsins verk gjørt.
Næsti dagur upprennur. Nú hevur politiska kreppan tikið seg eitt stig aftrat fram – ella aftur, og nú er løtan komin aftur at síggja musketerarnar defilera framvið Ingolfi í Degi og Viku – og snakka svart. Segði nakar endursendingar?
For ólukkan - takið tykkum saman. Tit skuldu verið vaksnir menn og vaksnar kvinnur, sum hava boðið tykkum fram og hava fingið fólksins størsta álit at stýra landinum, men hvat hava vit fingið?
Ein flokk av ráðaleysum gentum og dreingjum, kvinnum og monnum, sum skunda sansaleys millum fundarhølini og røðarapallarnar - við høvdinum undir arminum.
Men tit eru ikki (øll) í undirhaldsbransjuni. Tit eru landsins lóggávuting og landsins stýri. Ongin tykkara kann krevja nakað av restini, tá tit hvørki finna út av at semjast ella stinga í sekkin.
Havið nú eina góðar páskir kortini - og fríið okkum so frá tykkara fullkomna ábyrgdarloysi!