Har eru millum annað:
fyrsti bankapakkin hjá stjórnini
annar bankapakkin hjá stjórnini
støðan til ES?
hvalaveiði í Suðurhøvum?
grindadráp í Føroyum?
føroysk umboðan í Fólkatingi?
- ósemja millum løgmann og fólkatingsmann?
Har aftrat hevur Vágdal serlig evnir; hann dugir at gita, hvat ið føroyski fólkatingsmaðurin Edmund Joensen fer at gera og meina í komandi málum, sum enn ikki hava verið fyri. Hann er eisini púra vísur í, at sami fólkatingsmaður tá, einaferð í framtíðini, helst fer at ”svína Høgna Hoydal út”. Jamen, uhadada, tá verður synd í Høgna.
Kanska gongur Edmund Joensen á skeið?
Vágdal heldur seg eisini vita, at tá fólkatingsmaðurin ikki situr í Fólkatinginum, so gongur hann á skeið. Ja, hann leggur Edmund Joensen undir at ”ganga á skeið hjá fívlunum báðum Rolf Guttesen og Virgari Dalsgaard.”
Men takk, takk. Harra Vágfjall, tað er mær ein stórur heiður at blíva mettur (saman við Virgar Dalsgaard) at vera ein tann størsti vandin móti Tjóðveldisflokkinum og fullveldis-ideologiini. Sjálvur meti eg meg skeivt placeraðan í so máta, men tað verður harvið
Eg kann fyri mín part siga, at eg enn ongantíð havi hitt Edmund Joensen á máli í Keypmannahavn, men nakrar ferðir møtt honum á gøtuni í Havn. Hann hevur altíð verið blíður og fyrikomandi. Men somuleiðis plagar Hoydal eisini at vera smílandi og fittur at møta. Seinast eg hitti Hoydal, tað var á gøtuni millum Leigubúðina og Portugálið, tá tosaði hann mest um lásasmíð og lyklar.
Tað er lætt, tá Verðin er svørt/hvít
Tað, sum hevur fingið Vágfjall til skrivimaskinuna, er at Edmund Joensen og Hoydal ikki eru samdir í øllum málum, sum koma til viðgerðar í Fólkatinginum.
At trúgvandi tjóðveldisfólk halda, at Hoydal er ein dámligur og fittur maður, tað vita vit. At teir eisini halda, at Edmund Joensen er ein ódámligur og svikafullur maður, tað vita vit eisini. Tað er einki nýtt í tí.
Vágfjall uttan politiskt innihald
Í grundini er hetta løgna lesarabræv hjá harra Vágfjall uttan politiskt innihald. Tað snýr seg meira um at brúka so nógv negativ orð sum gjørligt, hvørjaferð Edmund’sa navn verður nevnt: óður, í parti við dønum, háðaði, pínligt, bluff, fjas, renna ørindir, ímóti Føroyum, svína út, og fleiri. Men hetta er so mátin hjá (summum) tjóðveldismonnum.