Sjøtul varð settur á Føroya Sjómannadag í gjár við fyrilestri um viskivinnuna, og í kvøld er enn ein framløga á skránni, tá borgarstjórarnir Torbjørn Jacobsen og Jógvan Skorheim í ávikavist Runavíkar og Klaksvíkar kommunu fara at leggja fram í Miðhøllini í Skúlatrøð
Evnið á framløguni í kvøld er týdningurin fiskivinnan hevur fyri Runavík og Klaksvík, og lagt verður upp til spurningar og viðmerkingar eftir framløguna.
Í annaðkvøld kann væntast, at politiskur háspenningur verður í í luftini í Miðhøllini á Skúlatrøð, tá politisku floksformennirnir fara at kjakast um nýskipan av fiskivinnuni. Tá verður eisini møguligt hjá áhoyrarum at seta spurningar. Vertur í annaðkvøld verður Jón Brian Hvidtfelt.









